
Uppskriftirnar eru til 4 fólk
Broyskin høsnarungaburgari
600 g av høsnarungabringu
2,5 dl av panko-raspi
50 g av parmesanosti
2 dl av blaki
½ tsk av hvítleykspulvuri
½ tsk av leykpulvuri
1 tsk av paprika
½ tsk av salti
Nýmalið pipar
Agurka
Crisp salat
4 brioche burgarabollar við sesami
Pipar-dressing frá E. Finnsson
Soleiðs gert tú:
Broyskin høsnarungi:
Sker høsnarungan í hóskandi stykkir. Banka høsnarungan, so tú fært nøkur stykkir, sum eru jøvn í stødd og tjúkd. Rív parmasanost og blanda saman við panko-raspinum og set til síðis. Rør alt kryddið saman við blakinum. Legg høsnarungan í blakið og vend síðan í raspinum. Legg á eina bakarovnsplátu við bakipappíri og steik í ovninum á 220 stigum í 20-25 minuttir – vend høsnarungastykkjunum nakrar ferðir, so báðar síður vera broysknar
Avokadomos
2 avokado
Saft og skal frá hálvari vistfrøðiligari sitrón
Mosa avokadoirnar, pressa saftina úr sitrónini, rív sitrónskalið. Rør væl saman og smakka til við salti og pipari.
Legg burgaran saman
Hita burgarabollarnar í ovninum. Smyr síðani avokadomos á undirbollan, síðani leggur tú høsnarunga, salatblað og flísar av agurku á. Enda við pipar-dressingini. Njót beinanvegin
Kips
6 bakiepli
2 ssk av olivinolju
2 lógvar av fínthakkaðum timiani
Flakasalt
Hvítleyks-dressing frá E. Finnsson
Soleiðis gert tú:
Set ovnin á 225 stig. Vaska eplini og sker í bátar. Vend eplini í olivinolju. Krydda við salti og einum lógva av smátthakkaðum timiani. Baka, til kipsini fáa lit og verða broyskin – umleið 30 minuttir. Stroy restina av smátthakkaða timianinum omanyvir, tá tú leggur á brettið
Oksaburgari við bearnaise
600 g av oksakjøti
4 flísar av góðum cheddarosti
8 flísar av royktum fleski
Tomat
Crisp-salat
Leykur
4 burgarabollar
Bernaise dressing frá E. Finnsson
Ger fýra burgarabúffar og steik teir í eitt sindur av olju. Krydda við pipari og salti. Tá búffarnir eru lidnir, vend teimum so eina síðstu ferð og legg ostin omaná – lat liggja eina løtu, til osturin byrjar at smelta.
Steik fleskið á pannuni, til tað er broyskið
Legg burgaran saman
Hita burgarabollarnar í ovninum. Legg crisp-salat á undirbollan, síðani búffin, tvær flísar av fleski, tvær flísar av tomat og nakrar flísar av tuntskornum leyki, enda við bearnaise-dressingi. Njót beinanvegin.