Et skalið á hesum fruktum og grønmeti
Matur
Et skalið á hesum fruktum og grønmeti
Ístaðin fyri at flysa skalið av frukt og grønmeti, kanst tú eta tað og fáa heilsufyrimunir av skalinum.
04.10.2021
Gularót
Í gularótaskali er eitt satt superhetjuevni, ið kallast polyacetylen. Granskarar vísa á, at hetta evnið í royndarstovum hevur dripið krabbameinskyknur. Harafturat riggar polyacetylen antibakteriuligt, antiinflammatorisk og soppadrepandi. Gníggja tí gularótina varliga reina undir rennandi vatni heldur enn at flysa hana. 

Epli
Folinsýra, trevjur og jarn ríka eplaskalið, sum oftast endar í okkara ruskspannum. Vaska eplið væl og tilger sum vant. Tú fært eina sunnari og vitaminríkari máltíð, um tú etur óflust epli.


Agurk
Um tú flysir agurkuna, fært tú sum heild ikki annað enn vatn. Varðveitir tú hinvegin skalið, fært tú kálk, kalium, fosfor, A- og K-vitamin.


Súrepli
Súreplaskal er sera ríkt av c-vitaminum. Eisini eru vatnloysiligu trevjurnar, pektin, ið fáa javnvág í kolesterolið, í skalinum. Hesar trevjurnar hava eisini eina jaliga ávirkan á sodningina og gera, at tú kennir teg metta í longri tíð.


Eggplanta (aubergine)
Skalið er kent fyri at vera seigt og keðiligt, men tað er ein framúr kelda til góðu heilsuna. Í skalinum eru flavonoider og nanusin, sum gagna heilavevnaðinum.