Flaggkøka – skuffukøka við mazarinbotni og vaniljukremi
Matur
Flaggkøka – skuffukøka við mazarinbotni og vaniljukremi
Til føðingardagin, til eitt serligt høvi ella til familjuna, sum skal forkelast eitt sindur eyka. Ella hvat við einari flaggkøku á sjálvum flaggdegnum. Hendan skuffukøkan minnir um summarsligu jarðberjaterturnar, tú kanst keypa frá bakaranum, og tá tú hevur roynt hana einaferð, kemur hon allarhelst á bakilistan aftur, tí hon er vanaskapandi góð.
Eftir: Uppskrift og mynd Tóra Effersøe Mortensen Uppskriftin er gjørd í samstarvi við Røsku 24.04.2024

Botnur

Tilfar

200 g av marsipani
250 g av sukri
250 g av bleytum smøri frá Røsku
5 egg
100 g av mjøli
1 dism av salti

Soleiðis gert tú

Smyr ein fýrkantaðan bakiform (33 x 23) við einum sindri av olju og legg eitt bakipappír í.
Rív marsipanið grovt. Píska marsipan saman við sukri og smøri.
Lat eitt egg í í senn og píska eitt sindur ímillum hvørt eggið.
Rør til síðst mjøl og salt í deiggið. Stoyt deiggið í bakiformin og baka í vanligum ovni á 175 stigum í umleið 30 minuttir.
Lat skuffukøkuna kólna – set allarhelst kalt.

Krem

Tilfar

1 tsk av vaniljupastu ella vaniljusukri
90 g av sukri
4 eggjablommur
3 dl av bóndamjólk frá Røsku
25 g av maizena (maisstívilsi)
2 dl av róma frá Røsku

Soleiðis gert tú

Rør vanilju, eggjablommur, bóndamjólk og maizena saman í einari grýtu. Hita tað varliga upp, til tað kókar, meðan tú rørir í grýtuni. Lat smákóka í nakrar minuttir, til kremið byrjar at blíva tjúkt. Rør í grýtuni alla tíðina og lat ikki kremið kóka ov hart, so tað brennur fast í botnin.
Stoyt kremið í eina skál og legg húsarhaldsfilm omaná, set síðan kalt í minsta lagi í 1,5 tíma.
Píska róman og rør kremið bleytt. Rør síðan varliga róman saman við kreminum.
Smyr kremið eitt sindur tilvildarligt oman á kakuna.
Prýð við ymsum berum. Vit hava brúkt ribs, hindber og jarðber til reyðu strípurnar og bromber og bláber til bláu strípurnar.




Viðkomandi greinar