Flatbreyð við høsnarungaspjótum og lekkrum tilhoyri
Matur
Flatbreyð við høsnarungaspjótum og lekkrum tilhoyri
Eftir: Malene Fisker Waag Myndir Amy Hansen 10.01.2025

Høsnarunga- og kursjettuspjót í hvítleykslaka
800 g av høsnarungabringum
2 kursjettur
3 fet av hvítleyki
1 dl av olivinolju
salt og pipar

 

Prei: Vilt tú hava rættin vegetariskan, skiftir tú høsnarungan um við eitt ella tvey onnur sløg av grønmeti, ið tær dámar væl.

 

Sker høsnarungabringurnar í tvey eftir longdini og sker síðani í stórar bitar. Ger tað sama við kursjetturnar. Legg alt í ein frystiposa saman við olivinolju og hakkaðum hvítleyki. Set á køl so leingi sum gjørligt, áðrenn tey verða sett á grillspjót og steikt á pannu á miðalhita, til tey eru broyskin og eitt sindur brúnkað (uml. 5 min.). Legg tey lidnu spjótini í eitt fat við stanniol omaná, meðan tú steikir tey næstu spjótini. Tað ber til at seta tey í ovnin á 70 stigum, so tey ikki gerast køld, áðrenn tú borðreiðir.

 

Prei: Hevur tú eina grill, ber eisini til at grilla spjótini.

 

Tomatsalat við urtum

500 g av stórum, leskiligum, reyðum tomatum
Upp í lógvan av persillu (úr potti)
1 lítlan reyðleyk
2 ssk av olivinolju
Saft av eini hálvari sitrón
150 g av grikskum kalamata oliven
Salt og pipar


Sker tomatirnar í lítlar fýrkantar og hakka leykin smátt. Hakka persillu og blanda saman við tomatum og leyki. Blanda alt saman við sitrónsaft, olivinolju og smakka til við salti og pipari. Lat standa kalt í hálvan tíma, áðrenn tú borðreiðir.

Flatbreyð
(10 stk.)
130 g av skyr
2½ dl av flógvum vatni
25 g av geri
1 ssk av olivinolju
550 g av hveitimjøli
1½ tsk av grovum salti

 

Blanda jogurtið við flógva vatninum og rør saman við olivinoljuni. Blanda mjøl og salt og elt 2/3 í váta tilfarið. Brúkar tú køksmaskinu, brúka síðani deiggjkrókin til at elta restina av mjølinum í deiggið. Elt í 12-15 min. við miðal ferð, til deiggið er blankt og smidligt. Lat vera við at brúka meira mjøl, tí so gerst deiggið turt og gongur ikki líka væl.

Set at ganga á flógvum staði í umleið ein tíma, til deiggið er dupult so stórt.

Skava deiggið út á eitt borð, stroytt við eitt sindur av mjøli, og elt eitt sindur. Být deiggið í 10 eins stór stykki og evna til bollar. Breið eitt turt viskustykki yvir bollarnar og lat hvíla á køksborðinum í 10 min.

Hita pannuna til miðal hita. Hon skal vera javnt heit. Rulla bollarnar, til teir eru uml. 20 cm í tvørmáti, ein í senn. Deiggið skal ikki klistra fast í borðið, so syrg fyri at stroya mjøl á, um tað hendir. Flyt deiggið, meðan tú rullar tað út. Lat eitt sindur av olivinolju á pannuna, legg pitabreyðið á og baka uml. 30 sek., áðrenn tú vendir tí við. Baka pitabreyðið í 1-2 minuttir á hvørjari síðu, til tað hevur fingið gyltar blettir, og tað er tjúkt og luftvorðið.

Legg bakaðu pitabreyðini á eina rist undir eitt viskustykki, meðan tú bakar restina.

 

Boreðreið
Borðreið eisini við Tzatziki og øllum hinum tilhoyrinum og lat gestirnir velja til og frá.




Viðkomandi greinar