Flógvir churros við kanelsukri og ísi
Matur
Flógvir churros við kanelsukri og ísi
Vit elska churros! Stroy kanelsukur omaná og hav ís afturvið. Mmm...
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen/ Mynd: Tóra Effersøe Mortensen - gjørt í samstarvi við Røsku 01.11.2021
Tilfar
4 dl av vatni
40 g av sukri
½ tsk av salti
1 tsk av vaniljusukri
75 g av smøri
250 g av hveitimjøli
2 egg
1 pk av palmini at kóka í
1 pk av ísblandi frá Røsku at hava afturvið
Kanelsukur at stroya omaná
Soleiðis gert tú
Hita vatn, sukur, vaniljusukur, salt og smør í einari grýtu, til tað kókar, og sukrið er upployst.
Tak grýtuna av plátuni og stoyt mjøl í beinanvegin, meðan tú rørir við nógvari megi í grýtuni – rør, til deiggið er javnt, og eingin klumpur er í. Tú kanst brúka ein pískara. Rør síðan eggini í – eitt í senn – til deiggið er samlað.
Hita palmin í einari grýtu.
Fyll deiggið í ein sproytuposa við stjørnu-strúti. Sproyta so churros beinleiðis í grýtuna
– klipp, so hvørt tú heldur longdina vera hóskandi. Lat churros-stengurnar kóka, til tær hava gyltan lit – minst til at venda teimum.
Legg lidnu churros-stengurnar á køkspappír, sum sýgur feittið, og síðan í eina skál. Stroy kanelsukur á og borðreið við ísi, sum er gjørdur úr ísblandi frá Røsku.