Føstulávintsbollar við marsipani og vaniljukremi
Matur

Føstulávintsbollar við marsipani og vaniljukremi

Heimabakaðir føstulávintsbollar er hugni fyri stór og smá – bæði tá deiggið skal gerast og bollarnir skulu prýðast. Men allarbest er, tá tennirnar skulu setast í nýbakaðar, mjúkir, luftigir og bleytir føstulávintsbollar við marsipanremonci og vaniljukremi. Vit lova tær, at hesir gera føstulávint enn betri.
Eftir: Dan Dimon Knudsen / Mynd Tóra Effersøe Mortensen 11.02.2020

Tú skalt brúka

Bollar:

35 g av geri
1 dl av mjólk
400 g av mjøli 
2 ssk av sukri
2 tsk av kardumummu
2 egg
250 g av køldum smøri

Remonce:

50 g av marsipani
65 g av bleytum smøri
50 g av sukri

Vaniljukrem:

2 dl av mjólk
2 ssk av sukri 
1 tsk. av vaniljusukri 
2 ssk av maizena
2 eggjablommur

Soleiðis gert tú
Hita mjólkina soleiðis, at hon er fingraheit, og rør síðan mjólkina saman við gerinum. Sker smørið í smáar bitar og blanda tað í mjólkina saman við sukri, mjøli, kardumummu og eggunum. Elt deiggið, til tað er smidligt og glat.
Set deiggið á køl í ein hálvan tíma.

REMONCE: Elt marsipan og sukur væl saman. Elt síðan smørið í massan.

VANILJUKREM: Rør egg, maizena, sukur, vaniljusukur og eina súpiskeið av mjólk í einari skál. Kóka mjólkina varliga upp. Rør eggjamassan í heitu mjólkina – píska allatíðina við pískirísi. Kóka kremið í nakrir fáir minuttir, meðan tú rørir í tí. Lat kremið blíva kalt.

Stoyt deiggið á eitt borð, sum er stroytt við mjøli. Samla deiggið til ein stóran bolla. Rulla nú deiggið til ein rektangul (30x40 cm) Sker síðan 12 eins stór stykkir av deiggi (10x10 cm) Lat eina teskeið av remonci á miðjuna á hvørjum bolla og síðani eina teskeið av kremi.

Legg nú føstulávintsbollarnir saman: Byrja við at leggja øll fýra hornini inn ímóti hvør øðrum. Samla tey, so fyllan ikki rennur úr bollunum, tá teir verða bakaðir. Vend føstulávintsbollunum, so savningin vendir niður. Lat føstulávintsbollarnir ganga í 45 min. á tveimum bakiplátum við bakipappíri.

Pensla føstulávintsbollarnir við einum samanpískaðum eggi. Baka føstulávintsbollarnir á 200 gradum í 10-12 minuttir - til toppurin fær lit.

Prýð køldu nýbakðau føstulávintsbollarnir við sjokulátuglasuri (175 g av flormelisi, 4-5 tsk av ósøtum kakaopulvuri, 0,5 dl av kókaðum vatni) Enda við ristaðum heslinøtum og gulldusti.




Viðkomandi greinar