Forrættur - stoktar gularøtur við rækjum og appilsinmarinadu
Matur
Forrættur - stoktar gularøtur við rækjum og appilsinmarinadu
Ein forrættur við rækjum og frískligari appilsinmarinadu er ein góð byrjan til eitt kvøld við góðum mati.
Eftir: Johanne Grove Lundgaard Mynd Amy Hansen 25.12.2023

Til 4 fólk

Tilfar

Appilsinimarinada
2 dl av appilsinsaft (2-3 appilsinir)
1 tsk av karry
2 tsk av appilsinskali
8 ssk av kaltpressaðari rapsolju
1 tsk av salti
Eitt sindur av pipari


8 smáar gularøtur


200 g av rækjum
4 ssk av súrróma, 36%
1 tsk av salti
10 snúr av nýmalnum pipari

1 pott av timiani

Soleiðis gert tú
Rív appilsinskalið, pressa appilsinirnar, til tú hevur 2 dl av saft. Kóka saft, skal og karry inn til helvtina í einari grýtu. Blanda hetta síðani við olju, salti og pipari.


Flys gularøturnar og steik tær í eitt sindur av olju á eini pannu, til tær hava góða steikiskorpu.

Blanda rækjurnar við súrróma, salti og pipari.

Vaska og royt timianið.

Legg tvær gularøtur til hvønn á tallerkin, 2 ssk av rækjublandinum á, eitt sindur av marinadu og enda við timian.