 
 Matur
Frískligir íspinnar
Frískligt og summarsligt at eiga lemonaduíspinnar í frystiboksini til ein heitan summardag.
TILFAR
400 ml av vatni 
150 g av sukri 
200 ml av frískari sitrónsaft 
200 ml av frískari leimsaft 
20 mintbløð
Ísformar + træ íspinnar
SOLEIÐIS GERT TÚ 
Kóka sukur og vatn soleiðis, at sukrið verður upployst, og lat síðan svala. Pressa saftina úr sitrónunum og leimunum og rør í sukurvatnið. Hakka myntuna og blanda við lemonaduni. Stoyt lemonaduna í ísformarnar, og set síðan íspinnar í. Fryst í nakrar tímar.
 
  
  
  
  
  
 