Fyrstahjálp til jólamatin!
Matur
Fyrstahjálp til jólamatin!
Hjálp, sovsin er ov sølt, brúnaðu eplini vera ikki karameliserað og reykálið smakkar súrt. Vit geva tær góð ráð, tá jólamaturin skal gerast.
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen Myndir Veitarar 22.12.2022

Sósin

Er sósin ov sølt?
Flys eitt epli og legg tað í grýtuna við sósini, kóka upp og tak epli upp aftur.

Sósin smakkar av mjøli?
Tá tú javnar sós við mjøli, skalt tú lata sósina kóka í umleið sjey minuttir, so mjølsmakkurin hvørvur. Nýtir tú majsstívilsi sum javnara, so lat sósina kóka í eini fýra minuttir.

Sósin manglar smakk?
Gev sósini smakk við td. sojasós, myrkum øli, cognac, víneddikki, appelsinsaft, hunangi, ribs gelei, sukri ella salti.

Sósin kennist tunn?
Lat sósina kóka inn, so smakkurin verður meira konsentreraður.


Prei!

Sósin smakkar væl, tá hon er gjørd burturúr heimakókaðum soði. Hevur tú eina heila gás ella dunnu, kanst tú kóka soð av hálsinum og vongunum. Brúna háls og veingir í eitt sindur av smøri og lat síðan leyk, gularøtur, selleri og lavrberjabløð í grýtuna saman við eitt sindur av vatni. Lat smákóka í 1-2 tímar. Síla soðið og brúka tað saman við steikisoðnum til at gera eina lekkra sós.

Heimagjørt reyðkál

1 kg av reyðkáli
100 g av smøri
1 dl av edikki
1-2 tsk. av salti
2-3 dl av óblandaðari ribssaft
1 ssk av sukri

Soleiðis gert tú:

Sker reyðkálið í tunnar flísar og sker síðan í enn smærri bitar. Smelta smørið í einari grýtu við loki og lat reyðkálið í grýtuna. Steik reyðkálið, inntil tað fellir saman, stoyt síðan edikk, ribssaft, salt og sukur í. Lat reyðkálið simra, til tað næstan er heilt bleytt – rør í við jøvnum millumbili. Smakka til við salti, sukri og møguliga eitt sindur av ribssaft. Tað er eitt gott hugskot at kóka reyðkáli nakrir dagar, áðrenn tað skal serverast, tað verður betri, tá tað fær loyv at trekkja smakk.

Prei!
Smakka keypt reyðkál í glasi til við eitt sindur av dunnufeitti ella eitt sindur av gløggi – hita síðan reyðkálið.

5 góð ráð, tú tú brúnar eplir

  1. Kóka og flys eplini dagin áðrenn, tey skulu brúnast.
  2. Tíð! Syrg fyri at hava góða tíð, tá eplini skulu brúnast – helst í minsta lagi ein hálvan tíma, um eplini skulu hava besta smakk og lit.
  3. Smelta sukrið varliga við lágum hita, inntil tað er blivið ljósabrúnt – sukrið má ikki blíva ov myrkt, tí so kann tað fáa ein brendan smakk.
  4. Tá sukrið er smeltað, so kanst tú lata smørið í sukurblandið og síðani eplini.
  5. Lat endiliga vera við at venda eplunum ov ofta í sukurmassanum, tí tað kann oyðleggja bæði smakk og útsjónd. Flyt í staðin pannuna varliga runt, soleiðis at sukurmassin verður deildur útyvir øll eplini.

Húsráð til rísgreytin

Skola grýtuna við køldum vatni, áðrenn tú byrjar, so brennir mjólkin ikki so lætt fast í botnin. Hav tol – gott tol! Rísgreytur skal kókast varliga við jøvnum hita, og tú skalt røra í 8-tøl í greytinum við jøvnum millumbili. Rísgreytur, sum verður kókaður við ov høgum hita, verður harður og seiður, og so brennir hann ofta fast í botnin ella kókar yvir.






Viðkomandi greinar