Ger ein ísakaldan greenie
Matur

Ger ein ísakaldan greenie

Ein greenie er ein grønur smoothie, sum hevur okkurt grønmeti í. Vit hava her gjørt ein við spinati – leskiligur og heilsgóður.
Eftir: Tóra Effersøe Mortensen / Myndir Veitari 31.01.2022

Tilfar:

1 banan

1/2 avokado

5 kúlur av frystum spinati

1/2 tsk av frískum ingeferi

Saft frá eini hálvari sitrón

Mjólk eftir ynski

Soleiðis gert tú

Blanda alt tilfarið væl saman í einum blendara, og njót beinanvegin – væl gagnist.




Viðkomandi greinar