Grikskt salat
Matur
Grikskt salat
Griska salatin er løtt at gera, smakkar væl og hóskar sera væl til matin, sum veðrur gjørdur á grillini góðu summarkvøldini.
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen 11.07.2023

Tilfar
5 tomatir
1 agurk
1 reyðleykur
125 g av feta-osti
Nakrar svartar olivin


Soleiðis gert tú
Sker tomatir og agurk í hóskandi bitar – ikki ov smátt. Sker reyðleykin í tunnar bátar. Morla feta-ostin í hóskandi bitar. Blanda alt saman í einari skál og legg til síðst nakrar svartar olivin omaná. Stoyt eitt sindur av olivinolju og sitrónsaft omanyvir. Og drússa til síðst við havsalti, nýmalnum pipari og turrum oregano.




Viðkomandi greinar