
Tendra grillina og njót sólina - vit borðreiða her við einum litføgrum og summarligum rætti við leskiligum laksaspjóti, frískligari mangosalat, rísi og treystum soya-ingiferglaze, sum bindur tað heila saman. Ein rættur, sum bæði er heilsugóður og smakkríkur - perfektur til eitt hugnaligt kvøld við familju ella vinum
TILFAR
Til spjótini
500 g av frystum laksi frá Hiddenfjord
1 skvassj, skorin
3 piparfruktir í ymiskum litum
Olivinolju
Salt og pipar
Til mangosalatina
2 búnar mango
1 pakki av frystum edamame bønum
1 lítil reyð kili
2 várleykir
2 avokado
Saft úr einari leim
Fríska deymkorru (koriander)
Til soya og ingife glaze
6 súpiskeiðir av soyasós
2 súpiskeiðir av hunangi ella putursukri
2 teskeiðir av rivnum ingifer
2 teskeiðir av sesamolju
1 súpiskeiði av leimsaft ella rísediki
Annað
Jasmin ella basmatirís
Træpinnar
Leim til pynt
SOLEIÐIS GERT TÚ
Legg trækpinnarnar á blot í minst 30 minuttir, so teir ikki brenna á grillini
Kóka rísið
Ger mangosalatina
Gev edamame bønunum eitt uppkók og lat tær kølna, sker mango, kili, várleyk og avokado í bitar, kroyst saftina úr einari leim í salatina. Stroy deymkorru omaná og set kalt.
Ger soya og ingiferglaze
Lat soyasós, hunang ella putisukur, rivið ingifer og sesamolju í eina lítla grýtu. Lat smákóka í 2-3 minuttir til tað verður eitt sindur tjúkt. Smakka til við leimsaft ella rísediki.
Ger spjótini
Sker laksin í bitar, skvassjið í flísar og piparfrukt í puntar. Set á pinnarnar og pensla síðan við olivinolju og krydda við salti og pipari.
Grilla ella steik spjótini
Legg spjótini á grillina og grilla í nakrar minuttir á hvørjari síðu, til laksurin er liðugur. Er veðrið ikki til grilling, so kunnu spjótini eisini steikjast á pannu á sama hátt.
Borðreið
Koyr rís í ein djúpan tallerk og legg spjótini omaná og mangosalatina við síðuna av. Stoyt glaze omaná og pynta við deymkorru og leimbáti.
Visti tú, at laksurin hjá Hiddenfjord verður pakkaður styttri enn tríggjar tímar eftir tøku? Á hendan hátt fæst pre rigor-flak við reinum smakki og góðum fastleika. Úr sjógvi í pakka eftir trimum tímum. Tað borgar fyri góðsku.
Vælgagnist