
Matur
Grillað maisøks við kilismøri
Maisøks við kilismørið er perfekt tilhoyr til eina góða máltíð á grilluni.
Tilfar
150 g av bleytum smøri
½ reyða kili
1 lógva av frískari persillu
Saft og skal av einari hálvari leim
Salt og nýmalið pipar
6 maisøks
Soleiðis gert tú kilismør
Lat smørið standa í stovuhita, til tað er bleytt. Hakka kili og persillu smátt. Rív skalið av leimfruktini og pressa saftina úr. Smakka til við salti og pipari. Blanda alt væl saman. Legg kryddsmørið á húsarhaldsfilm og rulla til eina tjúkka pylsu. Set kalt.
Soleiðis gert tú maisøks
Hála bløðini varliga aftur til stelkin á maisøksunum og tak smáu træðrirnar burtur. Grilla maisøksini í 8-10 minuttir – vend ofta. Borðreið maisøksini við kilismøri.