Grillaðar majsaksir við fetadressingi
Matur

Grillaðar majsaksir við fetadressingi

Hesar grillaðu majsaksirnar eru sera leskiligar - og perfektar sum tilhoyr, tá tit borðreiða við onkrum góðum frá grillini.
Eftir: Tóru Effersøe Mortesen 01.06.2022

Tilfar
4 majsaksir
100 g av súrróma (18%)
40 g av feta
½ tsk av hvítleykspulvuri
Saft frá einari hálvari leim
Smakka til við salti og pipari


Soleiðis gert tú:
Hála bløðini varliga aftur til stelkin av majsaksunum og tak smáu tráðirnir burtur. Grilla majsaksirnar í 8-10 minuttir – vend ofta. Rør súrróma við molgraum feta, hvítleykspulvuri, leimsaft og piari og salti. Borðreið majsaksirnar við dressingi og einum stroyi av chiliflakum og leimskali.




Viðkomandi greinar