Heitt kakao til tey vaksnu
Matur
Heitt kakao til tey vaksnu
Jólaligt og fjálgt við eitt sindur eyka
Eftir: Kvinnu 22.11.2023
Til 6 persónar
9 dl av mjólk
1 dl av sukri
2 dl av myrkum kakaopulvri
1 dl mjólk
1 ssk av kaneli
½ tsk av alhanda (allehånde)
100g av myrkari sjokulátu
1-2 dl av myrkum rommi

Omaná
Pískaður rómi og hakkað sjokoláta

Lat mjólkina og sukrið í eina grýtu og hita tað. Píska kakao og 1dl av mjólk í einum lítlum bolla ella koppi. Stroy kanelið og alhandu í og píska saman, til kakaoið er upployst. Píska síðani kakaoblandingina í heitu mjólkina í grýtuni, og lat síðani sjokolátuna í og lat hana bráðna. Hita alt upp, men ansa eftir at tað ikki fer upp á kók, og smakka síðani til við romm.

Prýð leskiliga og fjálga drykkin við pískaðum róma og sjolulátu.