Høsnarungasuppa við asiatiskum íblástri
Matur
Høsnarungasuppa við asiatiskum íblástri
Leskilig høsnarunga við ingiferi og sitróngrasi, sum vermir so væl ein kaldan vetrardag sum í dag.
05.01.2022

Tilfar:  

2 ssk av karripulvuri

7 tsk av gulari karripastu

5 stengur av sitróngrasi

125 g av ingiferi

5 bátar av hvítleyki

2 skalottuleykir

Skalið av 3 leimfruktum

3 tsk av rørsukri

3 ssk av kokusolju

1 ssk av salti

1 l av vatni

1 høsnarunga supputerning

700 g av høsnarungalørum

1 stórt brokkoli

1 fenniku

1 blikk av kokusmjólk

15 smáar tomatir

3 ssk av soya

6 ssk av fiskasós

Saft úr 1 leimfrukt

200 g av eggnudlum

1 pott av deymkorru (koriander)

Soleiðis gert tú: 

Flys 85 g av ingiferi og rív tað fínt. Sker 3 stengur av sitróngrasi smátt. Sker hvítleyk og skalottuleyk í tunnar flísar. Rív leimfruktina á fína rívijarninum. Alt verður lagt í eina stóra grýtu saman við karripulvuri, karripastu, kokusolju, rørsukri, salti og høsnarunga. Hita alt væl ígjøgnum, men ansa eftir, at tað ikki brennist og verður myrkt. Síðani verður vatn og supputerningur latið í.

Sker niðasta partin av brokkolistelkinum av og sker restina í 1 cm stór stykki. Sker fennikuna í eins stór stykki - minst til at skera niðasta pettið og toppin av fyrst. Lat hetta í grýtuna.

Nú skal suppan kóka í 30 minuttir undir loki.

Sker brokkolitoppin sundur í miðalstór tyssi, tomatirnar í 2-3 stykki, tær tvær seinastu stengurnar av sitróngrasi smátt og tey seinastu 40 g av ingiferi verða rivin fínt.

Kóka nudlurnar sum á pakkanum, síla tær og skola tær stutt við køldum vatni.

Skola og turka deymkorruna væl - stelkurin kann eisini brúkast - hakka hana grovt.

Tá suppan hevur kókað í 30 min, verður soya, fiskasós, kokusmjólk og brokkoli latið í. Lat koma upp á kók við ongum loki á - og lat síðani tomatir, leimsaft, sitróngras og ingifer í og sløkk fyri hitanum.

Borðreiðing: Legg fyrst eitt sindur av nudlum í botnin, síðani suppu og at enda deymkorru omaná.