Hylliblómusaft
Matur

Hylliblómusaft

Hylliblómutrøini eru vøkur, og blómurnar anga so sera væl. Og tær kunnu eisini nýtast til alskyns leskandi drykkir - saft, snaps, edik ella sirop. Her fært tú eina uppskrift til leskandi hyllublómusaft.
Eftir: Kvinnu Myndir: Veitari 23.07.2022

Hylliblómutrø vaksa allastaðni í Føroyum og blóma síðst í juli og/ella fyrst í í augustmánaði. Finn eitt gott træ og spyr eigaran um loyvi at taka blómurnar, áðrenn tær følna. Far eftir trøum, sum iki standa beinleiðis út til vegin.

Hylliblómusaft

gevur umleið 1,5 litur av saft

Tilfar

30 blómuskermar
2 vistfrøðiligar sitrónir
2 ssk av sitrónsýru
650 g av sukri
1 l av vatni

Soleiðis gert tú

Skola og reinsa blómuskermarnar og lat teir í eina stóra grýtu við loki. Skola sitrónirnar, sker í flísar og legg eisini í grýtuna. Blanda sitrónsýru við sukri og blanda við kókandi vatni. Oys sukurlakan yvir blómuskermarnar og legg lok á grýtuna. Lat saftina trakta í køliskápinum í tríggjar dagar. Tá hon hevur traktað, skalt tú síla saftina ígjøgnum eitt reint klæði, og stoyt síðan saftina í heilt reinar patentfløskur. Saftin skal standa kalt og heldur sær í nakrar mánaðir. Blanda við vatni og njót ísakalt.

Halt eyga við, um saftin byrjar at gera – tá er hon ov gomul.




Viðkomandi greinar