Ískaffi upp á 5 minuttir
Matur

Ískaffi upp á 5 minuttir

Seinastu dagarnar hava Føroyar víst seg frá sínu vakrastu síðu. Ert tú kaffielskari, hevur tú óivað eisini munga eftir eini kaldari útgávu av kaffinum – nemliga ískaffi. Vit vísa tær her, hvussu tú kanst gera lætt, skjótt og vælsmakkandi ískaffi upp á bara 5 minuttir.
Eftir: Tóra Effersøe Mortensen 26.06.2019

Tú skalt brúka:
1,5 tsk. av pulvurkaffi
0,5 dl av kókaðum vatni
1,5 tsk. av vaniljusiropi 
8 ísterningar
mjólk

Soleiðis gert tú:
Blanda vatn og kaffi og stoyt síðani vaniljusiropin í. Fyll ísterningar í glasið og fyll upp við mjólk. Rør væl og njót beinavegin.

Prei!
Skift eitt sindur av mjólkini um við ísbland frá MBM, so fært tú ein kremutan ískaffi, sum er sera lekkur.