Ískaffi við ísblandi
Matur
Ískaffi við ísblandi
Tað er lekkurt og summarsligt at borðreiða við ískaffi - og hesin er lættur at gera.
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen 14.06.2025

2 stór gløs 

Fyll tvey gløs við ísterningum.
Stoyt umleið 0,5  dl av Ísblandi frá Raska í hvørt glasið, síðan 2 espresso-skot og fyll at enda upp við mjólk. Rør runt í gløsunum og njót beinanvegin. 

Prei
Tú kanst eisini frysta ískaffi í íspinna-formum, so hevur tú altíð ein svalandi ís við lekkrum kaffismakki í frystarinum, um tú fært óbodnar, men vælkomnar summargestir. 




Viðkomandi greinar