Íslagkøka við trimum leskiligum løgum
Matur
Íslagkøka við trimum leskiligum løgum
So lott og so lekkur! Fín íslagkøka við trimum løgum - ein sjokulátutungur browniebotnur, eitt lag av løttum vaniljuísi við Kit Kat-bitum og ovast eitt lag av kaffiísi við smáum nuggabitum
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen / Mynd: Tóra Effersøe Mortensen 27.06.2022

BROWNIEBOTNUR
125 g av myrkari sjokulátu
100 g av smøri
1/2 ssk av ósøtum kakaopulvuri
2 egg
150 g av sukri
1 tsk av vaniljusukri

SOLEIÐIS GERT TÚ:
Smelta sjokulatu og smør - lat svala. Píska egg og sukur væl. Banda eggjasnapsin við sjokulátasmørinum. Rør eisini kakaonulvur í. Legg eitt bakipappír í botnin á ein rundan form (20 cm) og smyr síðurnar við smøri.
Stoyt deiggið í formin og baka í uml. 25 min á 180 stigum. Lat svala. Tá botnurin er kaldur, kanst tú um neyðugt trýsta kantarnar eitt sindur niður, so botnurin fær eina javna yvirflatu.

KIT KAT-ÍSUR
600 av ísblandi
2 heil Kit Kat

Lat ísbland í ísmaskinuna og lat koyra í ein hálvan tíma. Hakka Kit Kat og vend í hálvfrysta ísin. Stoyt ísblandið út yvir browniebotnin og set í frystaran.

KAFFIÍSUR
500 ml av ísbland
0,5 dl av sterkum kaffi (2 tsk av pulvurkaffi og 0,5 dl av kókaðum  vatni) 
50 g av nugga

Ger kaffi. Blanda ísbland við kaffi. Lat kaffi-ísblandið í ísmaskinuna og lat koyra í ein hálvan tíma. Smelta 50 g av nugga yvir vatnbaði - stoyt smeltaða nugga í hálvfrystað ísblandið og rør væl. Hetta gevur smáar nuggaklumpar. Stoyt kaffiísin omaná Kit Kat-ísin og set í frystaran í minst 4 tímar.

PYNT
Pynta íslagkøkuna við frískum blá- og rossaberum. Smelta eitt sidnur av ljósari sjokolátu og stroy omaná íslagkøkuna við eini teskeið. Enda við vøkrum bløðum av reyðari sýrusmæru. 

Prei
Ís uttan ísmaskinu. Um tú ikki eigur ísmaskinu, kanst tú píska ísin við hond. Set ísblandið í frystaran og tak út hvønn hálva tíma fyrstu tveir tímarnar og rør væl í við einum pískirísi. Jú oftari tú pískar í ísinum, jú færri ískrústallir fær ísurin. Ískrústallir kunnu gera ein grýnutan ís.




Viðkomandi greinar