Jólalig banoffee pie
Matur

Jólalig banoffee pie

Ein lekkur keksabotnur, kremut karamell, frískar bananir og lættpískaður rómi – her fært tú uppskriftina til lekkru dessertkøkuna banoffee pie. Tertan er ein ensk dessertkøka, sum inniheldur bæði karamell og banan, harav navnið (banana og toffee). Vit hava gjørt eina jólaliga banoffee pie við heitum kryddaríum.
Eftir: Tóra Effersøe Mortensen / Myndir Tóra Effersøe Mortensen / Uppskriftin er gjørd í samstarvi við Røsku 20.12.2020

Botnur

Tilfar
240 g av Digestive keksum

120 g av smeltaðum smøri frá Raska

1 ssk av florsukri

2 tsk av kaneli

1 1/4 tsk av ingiferpulvuri

Soleiðis gert tú
Morla keksirnar heilt smátt og smelta smørið. Blanda keksamorlið og smeltaða smørið við florsukri, kaneli og ingiferi.

Stoyt keksablandið í ein rundan form (20 cm) og breið keksamorlið út um botninin og upp eftir síðunum.

Set keksabotnin í køliskápið í minsta lagi í tveir tímar.

Karamell

Tilfar
1 dós av karamelliseraðari kondenseraðari mjólk (fæst í flestu stóru matvøruhandlum)

1 lítla tsk av flakasalti

Soleiðis gert tú
Rør karamelliseraða kondenseraða mjólk saman við saltinum.

Fylla

Tilfar

2 bananir

2,5 dl av róma frá Raska

Sjokuláta

Gullstøv

Soleiðis gert tú

Sker bananirnar í flísar. Tak botnin úr køliskápinum. Fyll botnin við karamelli og síðani bananflísum.

Píska róman og stoyt oman á bananirnar. Pynta við fínum sjokulátuspønum.

Set kalt í minsta lagi ein tíma áðrenn borðreiðing.




Viðkomandi greinar