Jólaligt fudge við peanut butter
Matur
Jólaligt fudge við peanut butter
Mmmm ... lætt at gera og lekkurt at seta tenninar í, tá í borðreiðast skal við onkrum jólaligum søtum afturvið kaffinum.
Eftir: Anniku Kunoy Im Mynd Tóra Effersøe Mortensen 21.12.2025

1 dós av kondenseraðari mjólk 
175 g av myrkari Callebaut sjokulátu  
250 g av peanut butter 
100 g av Cadbury Snow Balls ella øðrum jólagóðgæti, tær dámar
50 g av Dumle karamellum 

Crispearls Gold Salt Caramel frá Mona Lisa 

 

Smelta kondenseraða mjólk, sjokulátu og peanut butter í einari grýtu við lágum hita. Rør í av og á, so alt verður blandað væl saman. Tá alt er smeltað saman, tekur tú grýtuna av plátuni. 
Sker 50 g av Cadbury Snow Balls í bitar og rør tað í fudge-blandið. 
Stoyt blandið í ein fýrkantaðan form, 21 x 21 cm, sum er klæddur við bakipappíri. 
Sker Dumle í smáar bitar og brót Snow Balls í hóskandi bitar – stroy og trýst tað oman á fudge-blandið. 
Prýð til dømis við bronsudusti og Crispearls frá Mona Lisa.
Set kalt í minsta lagi í 4 tímar. Sker í fýrkantaðar bitar og njót aftur við einum góðum koppi av kaffi. 
Goym í einari dós í køliskápinum.  

 




Viðkomandi greinar