Jólaligt sangria
Matur
Jólaligt sangria
Droym teg í eitt bil burtur til heitari lond og skála við einum summardrykki í jólaklæðum.
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen Mynd Amy Hansen 22.12.2023

Tilfar
3 kanelstengur
2 ssk av rørsukri
5 dl Súrepla cider 
5 dl Ginger Ale 
5 dl av hvítvíni
1 granatepli
2 vistfrøðiligar appelsinir
2 vistfrøðiligar perur

Soleiðis gert tú
Blanda rørsukur, kanelstengur, súrepla cider og ginger ale saman í einari skál. Set kaltí ein tíma. Sker perur og appelsinir í flísar og slá kjarnurnar úr granateplinum. Pynta gløsini við fruktini og fyll gløsini og kannuna upp við ísterningum og sangria.

Prei
Ynskir tú alkohol í vælkomudrykkin – so kanst tú blanda 5 dl av hvítvíni í drykkin.




Viðkomandi greinar