
Kæsakúlur við kili
Tú skalt brúka:
160 g av Kæsa frá Raska
30 g av jalapenos
60 g av mjøli
1 egg
100 g av raspi
Salt og pipar
Sólblómuolju
Soleiðis gert tú:
Rív Kæsa-ostin við einum rívijarnið.
Hakka jalepenos í smáar bitar.
Blanda jalapenos og Kæsa-ostin saman við hondini.
Ger rundar kúlur av ostinum og vend ostakúlurnar í mjøli, síðani eggi og til síðst í raspinum. Syrg fyri, at paneringin er allan vegin runt, so osturin ikki sleppur at smelta í oljuna, tá kúlurnar verða stoktar.
Steik Kæsakúlurnar í sólblómuolju í nakrar minuttir – tær eru lidnar, tá tær hava fingið ein gyltan lit.
Legg Kæsakúlurnar á køkspappír á einum tallerki.
Servera beinanvegin.
Prei!
Kæsakúlurnar smakka væl, tá tær eru heitar, men eru eisini góðar í matpakkanum. Ger tær meira barnavinarligar við at nýta pesto í staðin fyri jalpenos.