Kaffirák: Her er lekkri kaffidrykkurin øll tosa um!
Matur

Kaffirák: Her er lekkri kaffidrykkurin øll tosa um!

Hevur tú eisini borið eygað við ein lekkran kaffidrykk, sum er serstakliga kremutur og lokkandi? Hann er allastaðni á sosialu miðlunum kanska serliga á Instagram í hesum døgum – hann kallast dalgona, og er ein korenaskur kaffidrykkur. Og tað besta er, at hann er sera lættur at gera, vit vísa tær her.
Eftir: Tóra Effersøe Mortensen / Myndir Veitari 10.04.2020

Ein dalgonakaffi er er eitt slag av cappucino, sum vendir á høvdinunm, soleiðis at kremuta kaffið er omaná og mjólkin í botninum. Dalgona kann njótast antin sum ein vanligur heitur koppur av kaffi, men smakkar eisini serstakliga væl sum ískaffi.

Tú kanst lættliga gera ein dalgonakaffi heima í køkinum, tú skalt bert brúka vatn, pulvurkaffi, sukur og mjólk. Og ísklumpar, um tú hevur hug til ein ískaffi.

Tilfar
2 tsk av pulvurkaffi

2 tsk av sukri

2 tsk av kókaðum vatni

400 ml av mjólk

 

Mannagongd:
Stoyt pulvurkaffi, sukur og kóka vatn í ein bolla – píska við einum pískara í umleið fimm minuttir, til tú hevur ein ”fluffy” kaffiskúm.

Um tú ynskir ein heitan dalgona, so hita mjólkina og stoyt hana í eitt glas. Um tú vilt hava ein ískaffi, so stoyt kalda mjólk í eitt glas og fyll við nøkrum ísterningum.

Legg kaffiskúmin omaná mjólkina við einari skeið. Njót beinanvegin.

Prei!
Dalgonakaffi kann eisini brúkast sum topping á td. eina lekkra brownie.