
100 g av grønkáli
200 g av feskum føroyskum laksi
Aioli við fermenteraðum hvítleyki
2 hitaviðgjørdar eggjareyðar
Saft av eini hálvari sitrón
4 fet av fermenteraðum hvítleyki
Salt og frísktkvørnað pipar
2 dl av olivinolju
Radisur
Glaskál
Urtir
Soleiðis gert tú
Skola grønkálið væl og sker stelkin av. Ein partur skal brúkast ráur, og restin skal bakast í ovni við eitt sindur av olivinolju og salti. Baka á 140 stigum í 15-20 minuttir, til kálið er broyskið.
Aioli
Hakka hvítleykin smátt. Píska saman við eggjareyðum, sitrónsaft, salti og pipari, til tað er luftvorðið. Píska olivinoljuna í, eitt sindur í senn í eini klænari strálu, meðan tú alla tíðina pískar. Smakka til við salti og pipari.
Laksur
Lættsalta laksin við fínum himmalayasalti. Baka í ovninum á 50-60 stigum í umleið 15 minuttir, so laksurin er lætt tilgjørdur.
Sker radisur og glaskál í tunnar flísar, tú kanst til dømis brúka eitt mandolinjarn.
Brúka ráu pettini av grønkálinum sum rullu og legg laks, aioli, radisur og glaskál omaná og pynta við urtum.