
Tilfar
10 g av geri
5 dl av flógvum vatni
1 ssk av hunangi
700 g av hveitimjøli
2 tsk av salti
Soleiðis gert tú
Stoyt vatn og ger í ein bolla og blanda tað saman.
Stoyt hunang í og rør. Lat nú mjølið í og rør runt, og lat at enda salt í. Lat nú maskinuna arbeiða – lat hana elta við deiggjkrókinum í umleið 20 minuttir. Deiggið er liðugt elt, tá tað sleppir kantinum á bollanum. Legg lok ella eitt klæði á bollan og set kalt at ganga til dagin eftir.
Tak deiggið úr køliskápinum 3 tímar, áðrenn tú ætlar at baka bollarnar, og lat tað ganga við stovuhita. Ger síðan bollarnar - brúka eina súpiskeið, sum er vát, og hav vátar fingrar til varliga at gera bollarnar og leggja teir á bakipappír. Ansa eftir, at tú ikki trýstir luftina úr deigginum.
Set ovnin á 250 stig lufthita og lat bakarovnspláturnar standa í ovninum, so tær gerast heitar. Tá ovnurin er heitur, tekur tú pláturnar úr ovninum og leggur varliga bakipappírið við bollunum á. Baka í umleið 15 minuttir. Lat teir kólna á einari rist.