Klementinir kunnu vera skaðiligar
Matur
Klementinir kunnu vera skaðiligar
Í jólamánaðinum fara nógvar saftmiklar og leskiligar klementinir niðurum hjá bæði stórum og smáum, og tú kanst eisini við góðari samvitsku njóta tær, um tú minnist til hetta góða ráðið.
Eftir: Kvinnu Mynd Pexels 17.12.2024

Jól og klementinir ganga hond í hond – angin og smakkurin rópa jól, og vit elska tær. Men veist tú, at tær kunnu vera skaðiligar?

Áðrenn tú fert í gongd við at flysa næstu klementinina, so er kanska gott at vita, at tær kunnu vera vandamiklar, hetta kemst av, at tað í  skalinum ofta eru týningarevni og eitrandi sproytuevni, og hesi kunnu vera heilsuskaðilig. Tí er tað týdningarmikið, at tú minnist til at vaska tær um hendurnar, tá tú hevur flust eina klementin, og áðrenn tú byrjar at eta hana,  tí skaðiligu evnini seta seg á fingrarnr.

Um tú vilt sleppa heilt undan týningarevnum, so er at velja vistfrøðiligar klementinir. 




Viðkomandi greinar