Knasandi gott fudge
Matur
Knasandi gott fudge
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen / Myndir Amy Hansen 30.12.2025

Tilfar
100 g av myrkari sjokulátu frá Callebaut
100 g av ljósari sjokulátu frá Callebaut
200 g av kondenseraðari mjólk
1 dupult daim (56 g)
Crispearls frá Mona Lisa

Soleiðis gert tú
Hakka Daim. Stoyt kondenseraða mjólk í eina grýtu og hita varliga til kókipunktið – tað skal ikki kóka. Stoyt sjokulátuna í og lat hana smelta i 15-20 sekund og byrja so og rør í, til øll sjokulátan er smeltað. Legg bakipappír í ein lítlan avlangan form og stoyt sjokulátablandið í, um formurin er ov langur, so kanst tú seta eitt glas í eina endan av forminum, so fudgeblandið ikki flýtur út í allan formin og konfektin sostatt gerst ov fløt. Drússa beinanvegin hakka daim og crispearls omanyvir.

Set í køliskápið í minsta lagi fimm tímar ella í frystarin í tveir timar. Sker í kvadratiskar bitar og njót beinanvegin ella goym í lufttættari dós í køliskápinum