Gómagott // Breyðvirkið // Hotel Føroyar // Paname
Gómagott
Hugnaliga Gómagott liggur í Steinatúni, mitt í býarmeldrinum. Her kanst tú steðga á, hvíla beinini og fáa tær ein góðan drekkamunn við onkrum søtum afturvið. Kaféin er sera hugnaligt innrættað til jóla, og hugsað hevur verið um hvønn einasta smálut. Ert tú við ommuni ella børnunum, ja so fáa tit nógv at hyggja at og práta um.
Í Gómagott fært tú alt tað góða til søtu tonnina (og eyguni við), eisini ymiskt, um tú ikki tolir mjólk ella gluten. Alt verður gjørt við hond við hágóðsku rávørum, og nærlagnið merkist bæði í smakki og útsjónd.
Vit fingu okkum mandlurís við kirsuberjasós og karamellsós, jólabolla og jólavatnbakkilsi (eitt slag av føstulávintsbolla í jólahami). At drekka fingu vit okkum leskiligt kakao við róma og skúmgæti og chai latte.
Mandlurísið var mjúkt við mandlubitum í og var passaliga søtt - uttan at gerast ov søtt. Sum prikkurin yvir i’num er ein heppin mandluvinnari hvønn dag, sum fær eina fitta mandlugávu. Vit hildu tað verða lekkurt at kunna velja millum karamell og kirsuberjasós til mandlurísið. Jólavatnbakkilsið var luftigt við góðum vaniljukremi, súltutoyi og róma ímillum, og sjokulátaglasuri omaná - vakurt pyntað við einum mistilteini úr marsipani. Luftigi jólabollin er ein klassiskur bolli, lætt kryddaður við sjokulátabitum og góðum appilsinsmakki. Hann hóskar sera væl aftur við einum heitum kakaomunni, júst sum hann er - ella við viðskera.
Umframt alt tað góða úr kølidiskinum, er eitt handilshorn við vakurt innpakkaðum konfektum og góðgæti frá Gómagott, og alskyns delikatessum úr Onglandi. Skalt tú keypa adventsgávur ella jólagávuna til tann, ið eigur alt, so er hetta eitt gott mið. Til ber eisini at keypa kaffi og køkur útvið.
Vit kunnu heilt vist viðmæla Gómagott til ein heitan drekkamunn við onkrum søtum afturvið. Eitt upplagt val, hevur tú tørv á einum steðgi frá jólainnkeypinum niðri í miðbýnum, einum drekkamunni við vinkonuni, ella meðan bíðað verður eftir bussinum heim.

Breyðvirkið
Kundi tú hugsað tær okkurt skjótt, lætt og lekkurt, so er Breyðvirkið fullkomna valið. Við vistfrøðiligum rávørum og bakstri, har stórur dentur er lagdur á góðsku og nærlagni og kærleika fyri góðum handverki, er Breyðvirkið staðið, sum tú burdi leitað tær framvið, tá smakkleykirnir skulu forkelast. Og júst nú er Breyðvirkið í jólahýri - pynta við vøkrum og modernaðum jólaprýði og diskurin er fyltur við lekkrum jólabakstri.
Beint sum tú stígur inn um gáttina til hugnaliga bakaríið, verður tú móttikin við góða anganum av nýbakaðum bakstri. Breyðvirkið er eitt lítið bakarí, sum bakar súrdeigsbreyð og ymiskan søtan bakstur - í stíl við mikrobakaríini, ið eru blivin so vælumtókt í stórbýunum seinastu árini.
Jólabollarnir vóru í gerð, tá ið vit komu, og vit fingu nýbakaðan jólabolla og gott kaffi afturvið. Jólabollin er gjørdur úr wienerbreyðsdeiggi við rosinum og marsipani ímillum, góðum appilsinsmakki og flormelisi omaná. Bollin var lekkur at seta tennirnar í - knasandi lagið ovast og so mjúku løgini og fyllan, sum er reinur jólasmakkur. Ótrúliga smakkgóður - hann má roynast.
Hóast hetta ikki er ein kaffistova, har tú sessast, so er útvið-kaffið hjá Breyðvirkinum, við kaffibønum frá Brell, uttan iva millum besta kaffið í býnum. Vit fingu okkum kaffi latte við perfekt tempereraðari mjólk til gongutúrin heim. Við okkum heim í jólaskálina høvdu vit lekkra, heimagjørda appilsinkonfekt og smakkgóðar jólaknappar. Breyðvirkið selur eisini piparnøtudeiggj, so tú kanst baka piparnøtur heima - fullkomið til upptiknu barnafamiljuna, sum ikki hevur tíð, men tó vil baka heima við hús og fáa hugnaliga angan av nýbakaðum jólakøkum. Piparnøturnar kunnu eisini keypast klárar at njóta, og tær smakka sera væl.
Vit kunnu heilt vist viðmæla jólabollan og kaffið frá Breyðvirkinum til jólatúrin í býnum - og eisini alt tað góða at taka við heim í jólaskálina. Ella súrdeigsbollarnir til hugnaliga jólamorgunmatin, tá tað skal vera eitt sindur eyka lekkurt.

Nónte í vetrarhami á Hotel Føroyum
Burturi frá jólaresinum niðri í miðbýnum, uppi á Oyggjarvegnum, finnur tú hugnaligu kaféina á Hotel Føroyum. Tá ið tú kemur inn um dyrnar á Hotel Føroyum, liggur kaféin beint til høgru. Her er pyntað hugnaligt til jóla, og tú merkir beinanvegin eitt avslappandi og róligt huglag. Kaféin er hugnalig við vøkrum fjálgum litum og dempaðum ljósi. Ein heitur ‘earl gray’ temunnur ella ein góður kaffimunnur afturvið eitt sindur av søltum og eitt sindur av søtum bitum á teskálini, fært tú til leskiligu upplivingina, Nónte.
Nónteið er ein føroysk útgáva av vældámda bretska afternoon tea. Í løtuni verður borðreitt við nóntei í vetrarhami. Vit fingu jólabollar og skúmtoppar (tea cakes), trøfflutoast, laksa-makrónir, skons við rabarbusúltutoyi og lemoncurd, og søtar bitar við hesslinøtakremi. Hetta smakkaði alt frálíka væl - og javnvágin ímillum tað søta og tað salta var perfekt. Umframt nónteið í vetrarhami, hevur kaféin eisini gløgg og jólabollar og mangt annað at velja ímillum.
Nónte á Hotel Føroyum er perfekt, um tú kundi hugsað tær okkurt eyka forkunnugt, vilt sleppa burtur frá býarresinum eina løtu og geva tær tíð til tín sjálva og makan ella vinkonuna, og hava eina góðskuløtu aftur við lekkrum smakkum. Her gevur tú tær stundir og nær at koma niður í gir í heitu, fjálgu og róligu umstøðunum á kafé’ini á Hotel Føroyum.
Meðan tú longu ert burturi frá býarmeldrinum, er eisini høvi at fara oman í serstaka Vælveruhúsið at njóta friðin í heitu hyljunum, ella í vælumtókta Ress Spa til eina fevnandi vælveruviðgerð.
Les meira um Nónte á Hotel Føroyum

Paname
Í grundini er ikki neyðugt hjá Paname at hava nakað ávíst á skránni fyri at vera við í eini jólaábitsguide. Hugnaligu hølini við síðuna av Gamla bókhandli við útsýni yvir jólaprýdda Tinghúsvøllin, eru í sjálvum sær sera jólalig. Paname er tó í jólahýri og bjóðar eitt forkunnugt jólabretti, mandlurís og gløgg (við og uttan alkohol) - umframt alt tað fasta, ið ikki er bundið at árstíðini.
Vit bíløgdu okkum jólabrettið at deila við gløggi afturvið og mandlurísi omaná.
Á jólabrettinum, vit fingu, var heimagjørd karrysild við súreplabitum, røregg og royktur laksur ,vistfrøðiligt kókað egg, umframt rullu- og kjøtpylsa og ostur frá Trøllanesi. Harumframt var reyðkálssalat við heimaroyktari dunnubringu, lambssalat við dild og sitrón og súltaður reyðleykur og fennikel við sitrón at reinsa smakkleykirnar við. Afturvið var bæði ljóst súrdeigsbreyð og grovt gularótabreyð. Eitt jólabretti er til tveir persónar. Allir smakkirnir á brettinum vóru sera leskiligir, jólaligir og áhugaverdir, og var hvør einstakur ein uppliving. Har var bæði okkurt søtt, okkurt súrt og okkurt salt. Tað smakkaðist, at alt á brettinum var gjørt við nærlagni og umhugsni frá botni av.
Mandlurísið var ikki ov rómut ella søtt, hevði góðan mandlusmakk og Amarena kirsuberjasós til.
Gløggið er gjørt við heimagjørdum gløggúrdrátti, ið hevur staðið yvir longri tíð. Vit smakkaðu bæði við og uttan alkohol. Bæði smakkaðu sera væl; tað við alkoholi hevði ein góðan, eitt sindur meira kryddaðan smakk, meðan tað alkoholfría var nakað søtari, men eisini sera lekkurt.
Bæði jólabrettið, gløggið og mandlurísið smakkaðu ordiliga væl, og ein merkir veruliga, at handan matin er ein tilvitan til góðu rávøruna, matmentan og forvitni eftir at skapa nakað, sum ikki bara smakkar, men sum eisini er ein uppliving.
Paname er eitt frálíkt val bæði til tín, ið vil geva tær stundir og sum hevur hug til okkurt eitt sindur meira mettandi, og tín, ið bert kundi hugsað tær ein lættan drekkamunn við onkrum søtum aftur við í serstakliga hugnaligum umhvørvi mitt í býnum.

Komandi dagarnar verða reels frá okkara vitjanum í omanfyri nevndu støðum at síggja á Instagram brúkara okkara kvinnafo. Fylg við!