Konfekt við poppkorni og Corn Flakes
Matur

Konfekt við poppkorni og Corn Flakes

Bjóða børnunum við í køkinum og ger jólaliga konfekt við popkorni, Corn Flakes og hvítari sjokulátu.
Eftir: Tóra Effersøe Mortensen / Myndir Amy Hansen 23.12.2020

Tilfar
250 g av hvítari sjokulátu

1,5 dl av poppkorni

2 dl av Corn Flakes

30 g av kokusflakum

¼ tsk av flakasalti

Frystturkað hindber

Soleiðis gert tú
Hakka sjokulátuna og smelta hana í vatnbaði.

Blanda flakasalt, poppkorn, Corn Flakes og kokusflakar saman við smeltaðu sjokulátuni.

Ger smá konfekt í pappírsformar ella á bakipappír við einari teskeið.

Pynta við frystturkaðum hindberum.

Set kalt í mínsta lagi í tveir tímar.

Goym í einari lufttættari dós í køliskápinum.




Viðkomandi greinar