
TÚ SKALT BRÚKA:
Uppskriftin er til tvær kringlur
DEIGGJ
2 dl av kaldari bóndamjólk
40 g av geri2 egg
450 g av mjøli
30 g av sukri
1 tsk av salti
80 g av smøri
150 g av rabarbum
REMONCE
200 g av smøri
200 g av sukri
200 g av marsipani
VANILJUKREM
2 dl avbóndamjólk
2 ssk av sukri
1 tsk av vaniljusukri
2 ssk av maizena
2 eggjablommur
SOLEIÐIS GERT TÚ:
DEIGGJ:
Blanda ger og mjólk saman. Blanda síðan eggini í. Rør mjøl, sukur, salt og smør í deiggið, elt væl og leingi, til deiggið er smidligt.
Set deiggið í køliskápið í ein tíma.
REMONCE:
Elt marsipan og sukur væl saman. Elt síðan smørið í.
VANILJUKREM:
Rør egg, maizena, sukur, vaniljusukur og eina súpiskeið av mjólk saman í einari skál. Kóka mjólkina varliga upp. Rør eggjakremið í heitu mjólkina – píska alla tíðina við pískirísi. Kóka kremið í nakrar fáar minuttir, meðan tú rørir í tí. Lat kremið blíva kalt.
Ger nú kringluna: Deil deiggið í tvey. Stroy eitt sindur av mjøli á borðið. Rulla deiggið út til: Longd uml 85 cm. Breidd 12-13 cm. Legg remoncið sum eina striku eftir miðjuni av deigginum, síðani kremið og at enda tunnar flísar av rabarbum. Lat kringluna aftur – legg fyrst aðra síðuna av deiggi eitt sindur yvir um miðjuna av fylluni ogsíðan hina síðuna av deiggi omanyvir.
Flyt nú varliga deiggið á eina bakiplátu við bakipappíri. Forma eina kringlu
Pensla við einum samanpískaðumeggi og stroy perlusukur og hakkaðar heslinøtir omaná.
Baka á 180 stigum í á leið 18-20 minuttir.