Kryddaður høsnarungi í pitabreyði
Matur
Kryddaður høsnarungi í pitabreyði
Borðreið við lekkrum pitabreyði, sum sendir smakkleykirnar til griska køkin.
Eftir: Ranvá Eliasen Mynd Tóra Effersøe Mortensen 09.04.2025

Høsnarungi
400 g av høsnarungabringu
1 ssk av paprika
1 tsk av salti
⅓ tsk av pipari
1 bát av hvítleyki
½ tsk av sitrónsaft
1 tsk av oregano

Sker høsnarungan í flísar. Pressa hvítleykin í hvítleykspressu og blanda alt tilfarið væl saman. Legg á eina bakiplátu við bakipappíri og set í ovnin á 180 stigum í 15-20 min. 

  

Súltaður reyðleykur
1 reyðleyk
1 dl av súreplaediki
1 dl av sukri
½ dl av vatni 

Sker leykin í tunnar flísar. Stoyt edik, sukur og vatn í eina grýtu og lat sukrið smelta. Lat kólna eitt sindur, áðrenn tú stoytir yvir leykin. Lat standa í nakrar tímar, helst yvir nátt. 

 

Fylla
6 pitabreyð ella naanbreyð
½ bakka av blandaðum salati
1 dl av olivin
súltaðaður reyðleykur
½ agurk
1 avokado
1 gularót
150 g av sólturkaðum tomatum
1 várleyk
1,5 dl av grikskum jogurti
½ leim
sesamfræ 

 

Borðreið
Hita breyðið. Vaska og turka salatið. Sker agurk, gularót og avokado í tunnar flísar. Hakka sóltomatirnar og várleykin. Rív eitt sindur av leimskali, pressa saft úr leimfruktini og rør saman við griska jogurtinum. Legg síðan á breyðið og pynta til seinast við sesamfræi. 

 




Viðkomandi greinar