![Kvinnukøkan frá 2005 - marengskøka við sjokuláturosinum og peanuts](https://kvinna.cdn.fo/savn/2bchty0k/kvinnukøkan-fra-2005-marengskøka-við-sjokula-turosinum-og-peanuts.jpg?width=1200&height=680&rmode=crop&s=tMuFDsViSoKlGplpkfDCRCs-l6c)
Matur
Kvinnukøkan frá 2005 - marengskøka við sjokuláturosinum og peanuts
Her er uppskriftin uppá vælumtóktu Kvinnukøkuna, sum var í 3. Kvinnu, sum kom út á vári 2005.
Peanøtukøka
5 eggjahvítar
300 g av putursukri
Soleiðis gert tú
Píska eggjahvítarnar væl, píska síðani putursukrið í, legg bakipappír á plátuna og evna 2 botnar til, set í heitan ovn. Bakast mitt í ovninum í 40-50 minuttir við 160 hitastig.
Botnarnir skulu vera kaldir, áðrenn kremið verður koyrt ímillum og útyvir.
Krem:
2,5 dl. av róma
2,5 dl. av súrróma 36%
200 g av putursukri
Soleiðis gert tú
Píska róman fyri seg, píska síðani súrróman og putursukrið og blanda alt saman.
Legg annan botnin á eitt fat, smyr helvtina av kreminum á, legg hin botnin omaná og smyr restina av kreminum á hann.
Pynta við:
125 g av peanøtum
125 g av sjokoláturosinum