Kvinnukøkan frá 2005 - marengskøka við sjokuláturosinum og peanuts
Matur

Kvinnukøkan frá 2005 - marengskøka við sjokuláturosinum og peanuts

Her er uppskriftin uppá vælumtóktu Kvinnukøkuna, sum var í 3. Kvinnu, sum kom út á vári 2005.
05.03.2018

Peanøtukøka 
5 eggjahvítar • 300 g av putursukri
 
Soleiðis gert tú
Píska eggjahvítarnar væl, píska síðani putursukrið í, legg bakipappír á plátuna og evna 2 botnar til, set í heitan ovn. Bakast mitt í ovninum í 40-50 minuttir við 160 hitastig. 

Botnarnir skulu vera kaldir, áðrenn kremið verður koyrt ímillum og útyvir. 
 

Krem: 
2,5 dl. av róma • 2,5 dl. av súrróma 36% • 200 g av putursukri
 
Soleiðis gert tú
Píska róman fyri seg, píska síðani súrróman og putur­sukrið og blanda alt saman. 
Legg annan botnin á eitt fat, smyr helvtina av kreminum á, legg hin botnin omaná og smyr restina av kreminum á hann. 
 

Pynta við: 
125 g av peanøtum • 125 g av sjokoláturosinum