Lætt og summarligt rækjusalat
Matur
Lætt og summarligt rækjusalat
Mango, avokado, rækir... hmmm... tað bæði ljóðar og smakkar av summar. Hendan salatin er akkurát fyri, nú summarið er í hásæti
Eftir: Kvinnu 19.06.2023

Nú summarið er í hásæti, er lekkurt við einari lættari, frískligari og vælsmakkandi salat, sum bæði kann njótast sum forrættur ella saman við øllum tí lekkra, sum kemur av grillini. Her er ein av teimum heilt góðu, sum eisini er løtt at gera :)

TILFAR
100 g av spinati
300 g av rækjum
1 mango
1 avokado
4 ssk av snerktum pistasjukjarnum
2 ssk av turkaðum gojiberjum
4 ssk av olivinolju
8 ssk av grikskum jogurti (10% ella 2%)
1 pott av dild
Flykrusalt
Nýmalið pipar

SOLEIÐIS GERT TÚ
Tiðna rækjurnar. Skola spinatið væl og turka tað. Sker avokado og mango í bitar. Tak dildkvistarnar av pottinum. Legg spinatið á ein talerk, legg 2 skeiðir av grikskum jogurti á og legg síðani rækjur, mango og avokado rundanum. Stoyt olivinolju útyvir og stroy pistasjukjarnur, gojiber, flykrusal tog nýmalið pipar á. Legg at enda dildkvistar runt um!

Vælgangnist!