Lætt 'One Pot Pasta' við chorizo uppá 30 minuttir
Matur
Lætt 'One Pot Pasta' við chorizo uppá 30 minuttir
Lætt og lekkurt í gerandisdegnum. One Pot Pasta - alt skal í eina og somu grýtu og er klárt, tá pastan er kókað. Væl gagnist!
Eftir: Johanne Grove Lundgaard / Mynd: Amy Hansen 24.02.2021
Tilfar:
200 g av Chorizo pylsu (helst heilari)
500 g av smáum tomatum (gjarna ymsar litir)
1/2 reyða piparfrukt
1/2 gula piparfrukt
1/2 grøna piparfrukt
1/2 fenniku (tú kanst eisini brúka leyk)
2 bátar av hvítleyki
1 ssk av paprika
4 ssk av olivinolju
1/2 tsk av fennikufræi
1 ssk av salti
15 kvørn av svørtum pipari
1/2-1 reytt kili
1 dl av róma
3 dl av vatni
3 dl av penne pasta
1/2 pott av rosmarin (basilikum kann eisini brúkast)
1 stóran pott av persillu
50 g av parmesan osti
Soleiðis gert tú:
Legg alt í eina grýtu - uttan rosmarin, persillu og parmesan.
Legg pastu niðast, so hon verður væl kókað.
Lat kóka undir loki í 10-15 minuttir, til pastan er kókað. Rív parmesan fínt. Persilla og rosmarin verður grovt hakkað.
Tá pastan er liðugt kókað, verður grýtan tikin av komfýrinum, og parmesan, persilla og rosmarin verður vent í rættin.