Lambstjógv við langtíðarstoktum eplum og turkaðum fruktum
Matur
Lambstjógv við langtíðarstoktum eplum og turkaðum fruktum
Eitt lambstjógv, sum hugnar sær í ovninum í eini 7-8 tímar, verður serliga moyrt og smakkigott. Royn lekkru uppskrtiftina.
Eftir: Camilla Biesbjerg Markussen / Mynd: Bettina Hastoft 19.01.2022

Til 6 fólk

TILFAR

1 lambstjógv, umleið 2 kg

25 g av smøri at steikja í

2 skalottuleykir

2 heilar kanelstengur

2 dl av hvítvíni

12 dadlur

12 sviskur

100 g av rosinum

100 g av turkaðum aprikosum

1 dl av flótandi hunangi

300 g av eplum

3 dl av vatni

Kryddbland

2 cm av frískum ingiferi

2 bátar av hvítleyki

1 ssk av spísskumman

1 ssk av korianderfræi

SOLEIÐIS GERT TÚ

Kryddblandið: Flys og hakka ingifer. Flys hvítleykin. Morla ingifer, hvítleyk, kumman og koriander væl saman í einum mortara. Gníggja tjógvið væl inn í kryddblandið.

Brúnka tjógvið væl á øllum síðum á eini pannu. Legg tjógvið í eina bakarovnsskuffu.

Flys og sker leykin. Steik leyk og kanelstengur á pannuni. Stoyt vín í og kóka í 3 minuttir. Breið.

Leykblandið út yvir tjógvið.

Tak steinar úr dadlum og sviskum. Legg dadlur, sviskur, rosinur og aprikosur í skuffuna við kjøtinum. Stoyt hunang yvir.

Vaska eplini og legg tey í skuffuna. Stoyt vatn í Legg nú bakipappír yvir alt og síðani alufoliu. Ansa væl eftir, at tað ikki gloppar nakrastaðni.

Set skuffuna í kaldan ovn. Set ovnin á 140 stig. Steik rættin í 7-8 tímar.




Viðkomandi greinar