Langtíðarstoktur  lambsbógvur
Matur
Langtíðarstoktur lambsbógvur
Langtíðarstoktur  lambsbógvur við eplum, sós og frískligum salati - ein góður døgurði sum er lættur at gera.
Eftir: 23.08.2022

Tú skalt brúka

1 lambsbógvur, 1,2-1,5 kg • 1 heilan hvítleyk • 3 gularøtur • 3 leykir • 1 ssk av svørtum pipari • 5 lavrberjabløð • 1 dl av hvítvínsediki • 1 pott av timian ella rósmarin (goym eitt sindur at stroya yvir rættin) • 1 l av vatni

500 g av smáum eplum

Salat
1 salathøvd • 1 agurka • 100 g av góðum feta • 5 ssk av sitrónsaft • Skal frá einari sitrón • 8 ssk av góðari olivinolju • 15 kvørn av svørtum pipari • 1 tsk av havsalti

Sós:
3 ssk av hveitimjøli • 40 g av smøri • 1/2 dl av róma • 1 ssk av dijonsinnopi • 1 ssk av soya • Kulør • 0,5 l av góðum lambssoði • Salt og pipar

Soleiðis gert tú

Set ovnin á 225 stig. Sker varisliga rivur í bógvin og krydda við salti og pipari – set til viks. Sker leyk, hvítleyk og gularót sundur og legg í bakarovnsskuffu saman við pipari, lavrberjabløðum, ediki, vatni og rósmarin/timian. Legg bógvin omaná.


Set í 225 stig heitan ovn í 10 min. Tak úr ovninum og set hitan á 150 stig. Set lambið aftur í ovnin, tá hann er kólnaður til 150 stig og steik í 3 tímar. Hygg javnan til matin og stoyt meira vatn í, um neyðugt.

Set eplini útá í lættsaltaðum vatni, tá maturin hevur verið í ovninum í 2 tímar.

Sós
Rør mjøl og smør saman í eini grýtu og svitsa í uml 5 min, meðan tú rørir – ansa eftir, at tað ikki brennist. Píska róman í. Og rør síðani lambssoðið. Píska soya, kulør og dijonsinop í. Set til viks.

Salat
Blanda olivinolju, sitrónskal, sitrónsaft, havsalt og pipar saman í eina skál.

Skola salatið og sker í stór stykki. Sker agurkuna í langar, tunnar álir við einum eplaflysara. Brót feta í stór stykkir og vend øllum saman.

Tak lambið úr ovninum, tá 3 tímar eru farnir. Set sósina útá aftur og síla vætuna frá lambinum í. Píska saman og smakka til við salti og pipari.




Viðkomandi greinar