Leskilig laksasíða við íblástri úr meksikanska køkinum
Matur
Leskilig laksasíða við íblástri úr meksikanska køkinum
Vit borðreiða her við einari uppskrift, sum bæði er eitt sindur søt, eitt sindur sterk, og so ótrúliga løtt at gera.
Eftir: Uppskrift og mynd Tóra Effersøe Mortensen. Gjørt í samstarvi við Hiddenfjord 05.10.2023

Laksasíða

Tilfar

1 laksasíða frá Hiddenfjord
olivinolju
Saft frá 2 leim
1 pk av Taco spice mix, 28 g
2 ssk av putursukri

Soleiðis gert tú
Lat laksastykkini tiðna í køliskápi. Tak beinini úr laksinum. Dubba laksin turran. Legg laksin á eina bakiplátu við bakipappíri. Smyr olivinolju á laksasíðuna. Blanda Taco-kryddið saman við putursukri og smyr á laksasíðuna. Pressa leimsaft oman á laksasíðuna. Baka laksin á 200 stigum í umleið 15-20 minuttir.

Salat

Tilfar

1 maisaks
2 avokado
15 sjerritomatir
1 mango
1 reyð kili
2 lógvar av frískari deymkorru (koriander)
1 leim

Olivinolja
Leimsaft

Soleiðis gert tú
Kóka maisaksið og sker maisið av. Sker mango í smaár bitar. Sker tomatirnar í helvt. Sker avokado í tunnar flísar. Hakka kili smátt. Sker eina hálva leim í flísar. Legg skorna grønmetið, mango og leimflísar oman á lidna laksin. Enda við deymkorru. Stoyt til síðst eitt sindur av olivinolju og leimsaft frá einari hálvari leim oman á salatið.

Søteplamorl

Tilfar
800 g av søteplum
2 fet av hvítleyki
100 g av smøri
50 g av súrróma 18%
1 lógva av frískari persillu
Salt og nýmalið pipar
½ kili

Soleiðis gert tú
Flys søteplini og tak skalið av hvítleykinum. Sker søteplini í smáar bitar og legg tey í eina grýtu saman við hvítleykinum. Fyll vatn í, so tað akkurát fjalir søteplini – kóka, til søteplini eru moyr, umleið 20 minuttir. Stoyt vatnið frá søteplunum – blenda søteplini til morl við einum stavblendara, lat morlið vera eitt sindur grovt. Hakka eina hálva kili smátt, og rør kili, smør og súrróma í søteplamorlið. Borðreið við fínthakkaðari persillu.

Visti tú …
At laksasíðurnar frá Hiddenfjord verða pakkaðar einans tríggjar tímar eftir, at laksurin er tikin úr havinum. Hetta tryggjar bestu góðsku. Laksastykkini frá Hiddenfjord fáast í flestu stóru matvøruhandlunum.




Viðkomandi greinar