Leskiligir lemonaduíspinnar
Matur
Leskiligir lemonaduíspinnar
Summar og ísur hanga óloysiligt saman fyri okkara viðkomandi! Ger til dømis hesar frískligu lemonaduíspinnarnar, sum smakka av summari og sól
Eftir: 11.08.2021

Tilfar:

400 ml av vatni

150 g av sukri

200 ml av frískari sitrónsaft

200 ml av frískari leimsaft

1 leim í flísum

Ísformar + íspinnar úr træi

Soleiðis gert tú:

Kóka sukur og vatn soleiðis, at sukrið verður upployst, og lat síðan svala.

Pressa saftina úr sitrónunum og leimunum og rør í sukurvatnið.

Stoyt lemonaduna í ísformarnar, legg eina hálva flís av leim í hvønn formin og set síðan íspinnar í.

Fryst í nakrar tímar.