Leskiligt salat við havrarísi
Matur
Leskiligt salat við havrarísi
Várið er komið og ljósari tíðir standa fyri framman. Vit hava lagt stóru, tungu vetrardøguðrarnar aftur um bak og hava hug til lættari rættir.
Eftir: Lýsingagrein gjørd í samstarvi við Damfar 11.03.2021

Í dag hava vit gjørt eitt lætt, væl smakkandi og mettandi salat við havrarísi.

Havrarísið gevur salatinum góða fyllu og ger, at salatið mettar væl. Havrarísið er munandi sunnari enn vanlig, hvít rís, tí havrarísini innihalda meira protein og kosttrevjur.

Havrarísið er nýtt í Føroyum og fæst í flestu stóru matvøruhandlunum.

Uppskrift:

2 dl. av havrarís frá Fazer

100 g av bláberum

ein lítlan leyk

150 g av sjerritomatum

100 g av babyspinati

1 gula piparfrukt

1 avokado

umleið ½ reytt spískál

2 spsk. av jomfrúolivinolju

1 spsk. av sitrónsaft

smakka til við salti og pipari

Stroy pinjukjarnir omaná og borðreið.

Vælgagnist :)