Til 8 fólk
Tilfar
5 ørk av ríspappíri
3 dl av olju til at djúpsteikja í
250 g av feskum laksi
Dressingur til laksin
4 ssk av súrróma
1,5 tsk av Sriracha kilidressingi
1 tsk av Kikkoman soyasós
smakka til við salti og pipari
Pynt
½ reyðleyk
2 várleykir
1 ssk av svørtum sesamfræi
Soleiðis gert tú
Stoyt olju á pannuna. Tá hon er heit, leggur tú eitt ríspappír í oljuna og steikir í umleið 1 minutt. Legg á køkspappír at dryppa. Soleiðis gert tú við øll ríspappírini, set til síðis at kólna.
Sker laksin í smá bitar. Blanda dressingin og smakka til við salti og pipari. Rør saman við laksinum. Hakka leykin smátt og sker várleykin í flísar. Brót ríspappírið í hóskandi stykkir og legg eina súpiskeið av laksi á hvørt pappír, pynta síðan við reyðleyki og várleyki og til seinast við sesamfræ.