4 smáar pitsur
Grønkálspesto
50 g av grønkáli
25 g av pinjukjarnum
30 g av parmesanosti
1 dl av smakkneutralari olju
1 bát av hvítleyki
Ein lítlan lógva av persillu við breiðum bløðum
Saft frá hálvari sitrón
Smakka til við salti og nýmalnum pipari
Skola grønkálið væl og sker harða stelkin burtur. Hakka bløðini og mýk tey eitt sindur við hondunum, so tey verða eitt sindur bleyt. Stoyt alt tilfarið í eina blendara saman við hakkaða grønkálinum. Blenda, til tú hevur eitt grovt pesto. Smakka til við nýlmalnum pipari, salti og sitrónsaft. Fyll í eitt glas við loki og goym kalt.
Pitsabotnur
2,5 dl av køldum vatni
20 g av geri
1 tsk av sukri
300 g av Tipo 00 mjøli
125 g av durum mjøli
1 tsk av salti
1 ssk av olivinolju
Tilfar til pitsur
Mascarpone ostur
Chorizo pylsa
7-8 kókað epli í tunnum flísum
3 kúlur av mozarella osti
Lat gerina í ein bolla, síðan kalt vatn og sukur og blanda hetta saman. Lat síðan restina av tilfarinum í og elt við rørimaskinu í umleið 10 minuttir, til deiggið sleppur síðunum á bollanum. Set at ganga á køksborðinum við klæði omanyvir í tveir tímar – ella yvir nátt í køliskápinum og síðan ein tíma í stovuhita, áðrenn tú brúkar deiggið.
Set ovnin á 250 stig. Deil deiggið í fýra eins stór stykkir, og forma pitsurnar flatar við hondunum. Legg fyllu á. Byrja við at smyrja mascarpone á botnarnar, legg síðan flísar av kókaðum epli allan vegin runt, morla eitt sindur av mozzarella osti omanyvir og enda við nøkrum flísum av chorizo. Baka í heitum ovni – eina pitsu í senn. Borðreið við grønkálspesto.