Ljóst gløgg - uttan alkohol
Matur

Ljóst gløgg - uttan alkohol

Heitt og kryddað ljóst gløgg, sum veruliga smakkar av jólum. Uppskriftin er uttan alkohol, men tú kanst væl stoyta eitt sindur av hvítt víni í.
Eftir: Tóra Effersøe Mortensen / Myndir Amy Hansen 21.12.2020

Til 6 fólk

Tilfar
1 l av góðum súrepladjúsi

½ l av Ginger Ale

Saft frá tveimum appilsinum

Saft frá einari sitrón

20 g av frískum, flustum ingiferi í flísum

4 kanelstengur

4 heil stjørnuanis

4 ssk av rørsukri

Soleiðis gert tú

Stoyt alt tilfarið í eina grýtu og kóka upp – lat kóka í nakrar minuttir.

Tak gløggið av plátuni og set tað kalt í minsta lagi í fýra tímar – allerhelst til dagin eftir, so jólasmakkurin veruliga kemur fram.

Hita gløggið og borðreið við appilsinflísum, ljósum rosinum, flakum av mandlum, kanelstongum og stjørnuanis.




Viðkomandi greinar