Marengs við rabarbuskúmi
Matur
Marengs við rabarbuskúmi
Summarið er rabarbutíð, og vit droyma um marengs við leskiligum rabarbuskúmi.
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen / Mynd: Tóra Effersøe Mortensen 09.07.2021

Tilfar
Kokosmarengs
4 eggjahvítar
170 g av sukri
65 g av kokos

TILFAR
Rabarbuskúm
300 g av rabarbum
90 av sukri
1 ssk av eplamjøli
1 tsk av vaniljusukri
4 dl av róma
1 dl av súrróma 38%

Soleiðis gert tú
Marengs
Píska eggjahvítarnar stívar, og píska síðan sukrið í – píska til luftigt marengs.
Vend kokosið varliga í marengsblandið.
Ger ein rundan, høgan botn á einari bakiplátu við bakipappíri – baka í  ein 75 minuttir á 120 stigum í vanligum ovni. Lat marengsbotnin standa í eftirhitanum.

Baka botnin kvøldið fyri, tú skalt gera køkuna, og lat hann standa í ovnin náttina yvir.

Skúm
Sker rabarburnar í flísar á umleið 2 cm, og legg tær í eitt fat við bakipappíri í botninum. Stroy sukur omanyvir, síðan eplamjøl og vaniljusukur – baka rabarburnar á 175 gradum í 30 minuttir.

Tal rabarburnar úr ovninum og rør runt í fatinum, so alt verður væl blandað saman. Lat rabarburnar kólna.

Píska róma og súrróma til skúm og vend síðan varliga køldu rabarburnar í rómablandið.

Smyr rabarbuskúmin omaná kokosmarengsbotnin og pynta við frískum berum og hvítari sjokulátu. Borðreið beinanvegin.