Marengskøka við kaffikremi og reyðum berum
Matur
Marengskøka við kaffikremi og reyðum berum
Hug at royna ein nýggja lekkra dessertkøku? Hendan við søtum marengsi og leskiligum kaffikremi, kann viðmælast.
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen 01.08.2023

TILFAR
Botnur
2 eggjahvítar
75 g av sukri
40 g av putursukri
30 g av Rice Krispies

SOLEIÐIS GERT TÚ
Píska eggjahvítar, sukur og putursukur luftvorðið, tjúkt og blankt. Rør Rice Krispies í marengsblandið og ger ein rundan botn á einari bakarovnsplátu við bakipappíri. Baka marengsbotnin á 150 stigum í 1 tíma og lat botnin standa í ovninum í eftirhitanum.

Kaffikrem

TILFAR
4 dl av róma
250 g av mascarpone
2 ssk av sukri
2 tsk av pulvurkaffi upployst í 2 tsk av kókaðum vatni

SOLEIÐIS GERT TÚ
Blanda kókað vatn og kaffipulvur. Stoyt kaffiblandið í eitt ílat við sukri, róma og mascarpone og píska til eitt lekkurt og luftvorðið krem. Smakka kremið – vilt tú hava meira av  kaffismakki, so stoyt eina teskeið afturat av kaffi í kremið. Breið kaffikremið oman á marengsbotnin og pynta við jarðberum, rips og hvítum sjokulátuspønum. Njót beinanvegin.




Viðkomandi greinar