Nachos við øllum tí góða
Matur
Nachos við øllum tí góða
Bjóða vinum til eitt hugnaligt kvøld við íblástri úr tí meksikansa køkinum
Eftir: 25.06.2025

Til 6-8 fólk 

Kjøt 

Tú skalt brúka
500 g av malnum kálva- og fleskakjøti
½ reyðleykur
½ søtepli
1,5 tsk av spísskummani
1,5 tsk av royktum paprika
1,5 tsk av kilipulvuri
1 tsk av nýmalnum pipari
1,5 tsk av salti 

 

Soleiðis gert tú
Brúnka kjøtið á einari pannu. Sker søteplini í smáar bitar og hakka leykin. Brúnka leykin og søteplini saman við kjøtinum. Stoyt kryddaríini á pannuna og steik alt væl saman. 

 

Salsa 

Tú skalt brúka
250 g av tomatum
1 fet av hvítleyki
½ reyðleyk
1 lógva av deymkorru (koriander)
1 tsk av sukri
½ tsk av salti
1 ssk av olivinolju
Saft og skal av einari hálvari leim
Nýmalið svart pipar 

 

Soleiðis gert tú
Sker tomatirnar, leykin og hvítleykin smátt. Hakka deymkorru og blanda so alt væl saman við einari skeið. Set kalt. 

  

Til borðreiðing
300 g av tortilla við salti
1 reyða kili
1 grøna kili
2 avokado
1 leim
olivinolju
1 pakka av rivnum cheddarosti
1 pakka av rivnum mozarellaosti
Súrróma, 18 % 

 

Legg bakipappír á eina bakarovnsskuffu. Byrja við at leggja tortillakips á plátuna, stoyt síðan mozzarellaostin omaná, so kjøtið og enda við cheddarostinum. Steik í ovninum á 190 stigum í 15 minuttir; tað er liðugt, tá osturin er smeltaður.
Borðreið við salsa omaná, flísum av frískum kili og mosaðari avokado við leimsaft og súrróma, 18 %.