Ostabreyð - toast til fleiri
Matur

Ostabreyð - toast til fleiri

Lekkrari og lættari enn at gera ein og ein toast – ger eitt heilt ostabreyð og sker tað í flísar, so hevur tú toast til fleiri.
Eftir: Tóra Effersøe Mortensen / Mynd Tóra Effersøe Mortensen 07.12.2020

Tú skalt brúka:

3 dl av bónda mjólk

35 g av smøri

3 ssk av mjøli

2 tsk av timian – allarhelst frískt

Flaka salt og kvørnað pipar

Eitt gott hvítt breyð – td. Ciabatta ella Flintstone

3 tsk av dijonsinoppi

1 stór tomat

1 Kæsa-ostur

5-6 flísar av góðari skinku

Soleiðis gert tú:

Hita mjólk í einari grýtu – rør í alla tíðina. Í einari aðrari grýtu skalt tú smelta smørið, stoyt síðan mjøl í og rør væl saman, meðan tað smákókar í ein minut. Rør 1 ½ ssk av frískum timian í saman við eitt sindur av salti og kvørnaðum pipari. Stoyt nú heitu mjólkina varliga í mjølblandið, meðan tú rørir í grýtuni. Tak lidnu sósina av plátuni og lat hana standa. Meðan tú skerður breyðið.

Set ovnin á 200 gradir

Sker ovasta partin av breyðnum – og sker breyðið vatnrætt í helvt. Smyr eitt lag av sinoppi á breyðið, legg skinku á, síðan tomat flísar og enda við einum lagi av rivnum Kæsa. Legg ovara partin av breyðnum omaná. Smyr bechamelsósina á breyðið og dryssa síðan við rivnum kæsa.

Baka til osturin er smeltaður og hevur fingið eitt sindur av gyltum liti. Tak úr ovninum og lat standa í 10 minuttir, áðrenn tú dryssar eitt sindur av kvørnaðum pipari og frískum timian. Sker í tríkantaðar bitar og servera beinanvegin.




Viðkomandi greinar