
Matur
Pannukøkudagur 2021: Havragrýnspannukøkur
Pannukøkudagurin liggur hvørt ár 47 dagar áðrenn páskir, og tað merkir, at ársins pannukøkudagur er í dag!
Vit høvdu viljað, at allir dagar vóru pannukøkudagar. Tað eru alskyns sløg av pannukøkum, og í sambandi við, at tað er pannukøkudagur í dag, so borðreiða vit við leskiligum havragrýnspannukøkum. Borðreið við reinum jogurti, súltutoyi, siropi og nýggjum berum... Uhmmm...
Tilfar
1 dl av havragrýni
1 dl av mjólk
1 egg
10 gr av mjøli
salt ella kanel
Soleiðis gert tú
Blanda egg, mjólk og havragrýn saman og lat standa kalt í hálvan tíma. Síðan verður mjølið latið í og salt ella kanel, um tú vilt. Steik á eini blinispannu, so tú fært lítlar, rundar pannukøkur - og tað ber sjálvandi eisini til at baka á eini vanligari pannu.